Grøn framtíð hjá oljufelag

Grøn framtíð hjá oljufelag
Effo, sum livir av at selja svarta olju, vil verða grønt. Tí hava tey keypt seg inn í Vindrøkt, sum framleiðir grøna orku burturav.
16.08.2018 - 20:11

- Framtíðin er grøn, sigur Janus Thomsen, stjóri í oljufelagnum. 

Sølan gevur Vindrøkt møguleika fyri at gera stórar íløgur í nakrar ítøkiligar verkætlanir. Fyri Effo hevur keypið týdning, tí oljufelagið kann sleppa inn á grøna orkumarknaðin.

Nevndin er skift

Nú Effo hevur keypt seg inn í Vindrøkt, er nevndin mannað av nýggjum.

Í nevndini eru Hans í Niðristovu, Eyðbjørn Larsen, Janus Thomsen og Árni Rasmussen.

Samstundis er partapeningurin hækkaður við 2,2 milliónum krónum og er nú 4,5 milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008