Skuldin minkar eina hálva milliard

Skuldin minkar eina hálva milliard
Olja er ikki enn funnin í nøgdum, sum loysir seg at taka upp, og tí verður lánið nú strikað.
11.06.2018 - 13:07

Sunnudagin tann 10. juni varð ein hálv milliard av føroyskari skuld strikað, tí tá vóru 20 ár síðani, danir og føroyingar gjørdu avtalu um eitt lán, ið fór at detta burtur, um føroyingar ikki funnu ráðevni í undirgrundini innan 20 ár.

Tað er ikki hent, og tí verður lánið nú strikað. Anfinn Kallsberg var løgmaður í 1998, og hann er errin av avtaluni, sum hann gjørdi fyri 20 árum síðani. 

Danir bókførdu beinaveg lánið sum eina útreiðslu, og tí hevur avskrivingin í hesum mánaðinum ongar útreiðslur við sær nú fyri danir.

Samrøðan, sum Beinta Løwe hevði við Anfinn Kallsberg í Degi og Viku tann 8. juni, kann síggjast í fullum líki her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946