- Tíðindi, mentan og ítróttur
Býráðið hevur ikki tikið endaliga støðu til Koks
Býráðið hevur ikki tikið endaliga støðu til Koks
09.03.2018 - 20:30
Hóast yvirfriðingarnevndin hevur givið Koks loyv at hava matstovuvirksemi Frammi við Gjónna, hevur Tórshavnar kommuna ikki tikið endaliga støðu.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, sum var gestur í Degi og Viku í kvøld, sigur, at fundur verður aftur um málið í næstu viku, tá staðbundna nevndin hevur sagt sína hugsan.
Hans Joensen, formaður í Sílaveiðifelagnum, sigur, at sleppur Koks at nýta økið við Leynarvatn, fer tað at forkoma Sílaveiðifelagnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV