Ein bilferja aftrat hevði verið besta loysnin

Ein bilferja aftrat hevði verið besta loysnin
Fýra farleiðir hjá Strandferðsluni vórðu raktar, tá Teistin fekk tekniskar trupulleikar í gjár
22.01.2018 - 20:39

- Vit kunnaðu so skjótt, vit høvdu nakað at kunna.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sum vísir aftur atfinningunum um, at ov long tíð gekk, til ferðafólk fingu nakað at vita um siglingina um Skopunarfjørð, tá Teistin fekk tekniskar trupulleikar í gjár.

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at einki av skipunum, sum Strandferðslan plagar at leiga, var tøkt í gjár.

Fýra farleiðir hjá Strandferðsluni vórðu raktar, tá Teistin varð tikin úr sigling.

Hilmar Eliasen sigur, at besta loysnin hevði verið at havt eina bilferju tøka aftrat, tí tað ganga nøkur ár, til koyrandi verður undir Skopunarfirði.

Men tað hevur verið trupult at fáa politikararnar at taka undir við at útvega eitt minni avloysaraskip, sum altíð er tøkt, sigur hann.

Hilmar Eliasen var gestur í Degi og Viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008