Aftur í rok í Javnaðarflokkinum

Aftur í rok í Javnaðarflokkinum
Kristin Michelsen kennir seg ikki longur bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum
12.01.2018 - 20:47

So er aftur rok í Javnaðarflokkinum.

Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag boðað Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá, at hann fer at atkvøða fyri hvørjum máli sær í løgtinginum.

Hann kennir seg ikki longur bundnan av at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum.

Orsøkin er nevndarbýtið í Tvøroyrar býráð, nú Kommunulistin hjá Kristini Michelsen er komin í minniluta, og Javnaðarlistin hevur fingið meiriluta saman við einum býráðslimi, sum hevur tikið seg av Kommunulistanum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at hann umhugsar støðuna, men hann ætlar ikki at leggja seg út í nevndarvalið í Tvøroyrar býráð.

Løgmaður var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155