Tjóðveldi um at missa tolið

bannari
Tjóðveldi um at missa tolið
Tjóðveldi er um at missa tolið við Javnaðarflokkinum, nú fleiri javnaðartingfólk eru lopin frá semjuni um fiskivinnunýskipanina.
14.11.2017 - 19:50

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er um at missa tolið við samgongufeløgnum í Javnaðarflokkinum. Kvoturnar av uppsjóvarfiski eru óvanliga høgar í løtuni, men komandi ár lækkar kvotan av makreli, og tað ferð kvotan av norðhavssild væntandi eisini at gera, og so eru fyritreytirnar fyri fiskivinnusemjuni broyttar, siga javnaðarfólk. Kristin Michelsen og Bjarni Hammer eru lopnir frá semjuni, og Jónleif Johannesen er eisini farin at ivast í semjuni, men Óluvá Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur ikki at fortreytirnar eru broyttar.

Roynt hevur verið at funnið eina semju í dag, áðrenn samgongufundin í morgin, og tjóðveldisfólk ætla ikki at bíða longi afturat.

Vit ætlaðu at gera samrøðu við Kristin Michelsen og Bjarna Hammer í dag, men teir vildu ikki gera samrøðu.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881