Pedagogfelagið hevur góðar vónir

Pedagogfelagið hevur góðar vónir
Nevndin í pedagogfelagnum hevði góðar vónir, tá hon fór til lønarsamráðingar í Fíggjarmálaráðnum í dag.
13.11.2017 - 19:48

Lagið var gott og vónirnar góðar, tá Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, saman við restini av nevndini, fór til lønarsamráðingar hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (T), í dag.

Pedagogfelagið vil ikki siga, hvørji ítøkilig ynski felagið hevur í samráðingunum, men Jógvan Philbrow hevur áður víst til AKF-skala'in ,sum hevur eina endaløn, sum er yvir 37.000 kr. um mánaðin. Í dag er endalønin hjá pedagogunum 29.000 kr. Tað vil siga, at 8000 kr. meira um mánaðin skulu til, um hetta skal gerast veruleiki.

Bæði Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið hava góðar vónir um lønarsamráðingarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109