Eru til reiðar at fara í rættin við málinum

Eru til reiðar at fara í rættin við málinum
Sunda kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið hevur ógildað skúlabygnaðin
21.11.2016 - 20:39

- Vit hava tosað við advokat um málið, og í evsta føri eru vit til reiðar at fara í rættin við tí.

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, nú Mentamálaráðið hevur ógildað skúlabygnaðin í kommununi.

Hann sigur, at eitt samt býráð hevur samtykt at vísa avgerðini hjá Mentamálaráðnum aftur, og hildið verður fram við ætlanini at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll við Streymin, sum verða mett at kosta 85 milliónir kr.

Heðin Zachariasen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344