- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Kom við og vitja lomviga
Video: Kom við og vitja lomviga
Knappar 300 metrar niðri í Lonini á vestursíðuni á Sandoynni merktu lívfrøðingar lomvigar sunnudagin.
13.07.2016 - 07:33
Svein Magnason og Gudmund Helmsdal vóru við Jóhannis Danielsen, hansara hjálparfólkum og bjargamonnum av Sandi, tá lomvigar vórðu merktir sunnudagin í Lonini.
Hann er vakur, lomvigin. Men annars vita vit at kalla einki um hann, og nú gera lívfrøðingar eina roynd at skráseta, hvussu hann ferðast, tá hann ikki er í bjørgunum um summarið.
Arbeiðið er partur av stóru altjóða verkætlanini, Sea Track, sum hevur til endamáls at skráseta ferðingarmynstrið hjá sjófugli í Norðurhøvum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV