Ongar ætlanir um støð í Føroyum

Ongar ætlanir um støð í Føroyum
Amerikanski flotamálaráðharrin hevur havt fund við landsstýrið
24.06.2016 - 20:41

Økta russiska virksemið fær amerikanarar at útbyggja herflotan í Norðuratlantshavi næstu árini.

Føroyar hava stóran strategiskan týdning, men vitjanin er kunnandi, og hevur ikki til endamáls at biðja um støðir í Føroyum.

Tað sigur amerikanski flotamálaráðharrin, Ray Maybus, sum er á vitjan í Føroyum. Hann hitti løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum í dag.

Ray Mabus hevur eisini havt fund við løgtingsins uttanlandsnevnd.

 

Mynd: Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Ray Maybus, amerikanskur flotamálaráðharri, á tíðindafundií Tinganesi fyrrapartin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109