Arbeiðsbólkurin fer at mæla til eina uppboðssølu

bannari
Arbeiðsbólkurin fer at mæla til eina uppboðssølu
Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í arbeiðsbólkinum. Formaðurin í Sambandsflokkinum vil ikki siga, um tey taka undir við einari uppboðssølu
21.01.2016 - 19:41

Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til eina skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindini fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.

- Tað sigur væl seg sjálvt, at hetta er ein uppboðssøla av fiskirættindum, sigur Johnny í Grótinum. Sum búskaparfrøðingur hevur hann mælt til eina uppboðssølu í nógv ár.

Ætlar at fáa semju

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil, at arbeiðsbólkurin kemur við einum felags tilmæli. Reiðarafelagið og Varðin Pelagic, sum eru umboða í arbeiðsbólkinum, eru ímóti einari uppboðssølu av fiskirættindum.

Tað vil meira ella minni siga, at eitt felags tilmæli er treytað av, at Reiðarafelagið og Varðin flyta seg nærri sjónarmiðunum hjá formanninum.

- Eg vænti kortini, at vit koma við einum felags tilmæli, sigur Johnny í Grótinum.

 

Royndaruppboðssølan er ikki avgerandi

Eitt uppskot um royndaruppboðssølu er til viðgerðar í vinnunevndini hjá løgtinginum nú. Tað hevur ikki verið semja í samgonguni, um tað er rætt at fara undir eina royndaruppboðssølu í ár.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sagt, at tað er neyðugt við einari royndaruppboðssølu, sum arbeiðsbólkurin skal brúka sum íblástur.

- Tað er ikki avgerandi fyri okkara arbeiði, at løgtingið fer undir eina royndaruppboðssølu í ár, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum.

 

Sambandsflokkurin vil ikki svara

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil ikki siga, um Sambandsflokkurin fer at taka undir við, at uppboðssøla verður partur av fiskivinnunýskipanini. Hann sigur, at ein marknaðargrundað skipan er ikki tað sama sum uppboðssøla, og at arbeiðsbólkurin skal royna at kanna aðrar møguleikar enn bara uppboðssøluna.

Arbeiðsbólkurin skal viðgera og gera uppskot til eina skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindini fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.

- Tað sigur væl seg sjálvt, at hetta er ein uppboðssøla av fiskirættindum, sigur Johnny í Grótinum. Sum búskaparfrøðingur hevur hann mælt til eina uppboðssølu í nógv ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982