Grindalógin skal broytast

Grindalógin skal broytast
Tað halda fleiri av limunum í Vinnunevndini, sum ásanna, at tey eru farin ov lætt um orðingarnar í lógini
10.07.2015 - 20:12

- Sea Shepherd fer sjálvandi at misbrúka fráboðanarskylduna í grindalógini, og tað ræður um at broyta hesa orðingina skjótast tilber, heldur Bjørt Samuelsen, sum er næstforkvinna í Vinnunevndini.

Kári P. Højgaard, Janus Rein og Aksel V. Johannesen, sum vóru í vinnunevndini, tá lógin var til viðgerðar har, halda eisini, at tað er rætt, at løgtingið fer at viðgera fráboðanarskylduna. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil kortini hava lógina, sum hon er nú.

Fer løgtingið at broyta lógina, verður tað triðju ferð, síðan hon var samtykt og kom í gildi tann 13. mai, at hon verður broytt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109