Ikki besta loysnin

Ikki besta loysnin
Stórur áhugi var fyri málinum um útbyggingina á Tvøroyri, men fornminnamyndugleikarnir vóru ikki undir trýsti, sigur stjórin á Søvnum Landsins
30.03.2015 - 20:28

Tað, sum er bygt á havnarlagnum á Tvøroyri, er ikki besta loysnin, tá ið ræður um fornminni, men arbeiðið er ikki liðugt enn.

Tað sigur Andras Mortensen, stjóri á Søvnum Landsins.

Hann leggur dent á, at tað, sum er bygt, er gjørt sambært semjuni, sum fekst um málið.

Andras Mortensen sigur, at at stórur áhugi var fyri útbyggingini á Tvøroyri, men hann vísir aftur, at fornminnamyndugleikarnir vóru undir trýsti.

Andras Mortensen var gestur í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109