Tollmálið: Ótollaðar vørur fóru av goymslu

Tollmálið: Ótollaðar vørur fóru av goymslu
Jørgen Niclasen leggur dent á, at aftaná september 1992 fór eingin ótollað vøra av goymsluni í Sørvági. Hetta er kortini ikki satt, vísa skjøl
31.01.2014 - 13:14

Á tíðindafundinum um tollmálið legði Jørgen Niclasen stóran dent á, at aftaná september 1992 fór ongin vøra av goymsluni í Sørvági uttan at vera tollavgreidd.

Men hetta er ikki satt. Tí tá tollmyndugleikarnir gjørdu eina eftirlitsvitjan eitt ár seinni, 29. september 1993, vóru tað fleiri sendingar, sum ikki vóru at finna á goymsluni, og aðrar, sum ikki vóru tollavgreiddar.

Sambært vitnisfrágreiðingum av fleiri tollarum vóru eisini aðrar eftirlitsvitjanir í 1993, har tað eisini varð staðfest, at ótollaðar vørur vóru ikki at finna á goymsluni.

SÍ EISINI Her eru skjølini: Ótollaðar vørur fóru av goymslu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF