Jørgen bað Tollstovuna bíða við innkrevjing

Jørgen bað Tollstovuna bíða við innkrevjing
Hálvtannað ár áðrenn Jørgen Niclasen sigur seg vita, at tollkreditturin hjá N. Niclasen var uppsagdur, skrivaði hann til Tollstovuna og bað um at fáa útsett innkrevjingina av tollkredittinum
29.01.2014 - 10:25

Longu hálvtannað ár áðrenn Jørgen Niclasen sigur seg vita, at tollkreditturin hjá N. Niclasen var uppsagdur, skrivaði hann til Tollstovuna við einari umbøn um, um Tollstovan ikki kundi bíða við at krevja bankatrygdina fyri tollkredittin.

Hetta kann tollmyndugleikin einans gera, um tollkreditturin frammanundan er uppsagdur. Høvuðsverjan hjá Jørgen Niclasen á tíðindafundinum um tollmálið var, at Jørgen Niclasen visti ikki av, at tollkreditturin hjá felagnum, sum hann var stjori á, var uppsagdur.

Jørgen Niclasen helt seg hava tollkreditt, og kundi tí selja vørur uttan at tollur var rindaður ella at myndugleikarnir fingu avrit av flutningskjølum. Tað løgna er tó, at hálvtannað ár áðrenn Jørgen Niclasen sigur seg hava fingið at vita, at tollkreditturin var uppsagdur, skrivar Jørgen Niclasen sjálvur eitt bræv til Tollstovuna.

Í brævinum spyr Jørgen Niclasen, um ikki Tollstovan vil bíða við at fara eftir bankatrygdini fyri tollkredittin, tí felagið hjá honum er í samráðingum við landsstýrið um at finna eina loysn fyri tollskuldina hjá felagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF