Í myndum: Tá ein GØ-yvirflóð rakti OY

"Hvat skulu vit við útlendskum bólkum, tá vit hava so góðar bólkar sum GØ?" spurdi onkur, tá úrmælingabólkurin GØ framførdi í OY í sambandi við árliga Vetrarjazz-festivalin. Herfyri útgav GØ plátuna "Ævir, amen", ið er sterkasta jazzpláta, sum vit hava sæð her á landi síðani "Allar ættir" hjá Plúmm. 

Konsertin við GØ var ein yvirflóð frá byrjan til endan. Ein yvirflóð av talenti, tí á pallinum vóru teir flestu av okkara allarbestu ungu tónleikarum. Ein yvirflóð av sterkum løgum og útsetingum. Og ein yvirflóð tónum. 

GØ evnar at hugsa áhoyrararnar inn í sín spennandi og framburðsbrúsandi jazz-alheim. Bólkurin er meira útvendur, hugfarsligur og skemtiligur, enn jazzbólkar flestir, ið hava lyndi til at fara inn í eina boblu fyri seg sjálvan. Hetta ger GØ meira viðkomandi fyri áhoyrararnir. Og so hava teir nógv løg, ið hava góðar popp-krókar innbygdar, ið eisini geva bólkinum og tónleikinum atdráttarmegi. 

Til útgávukonsertina hjá GØ var tað Jan Rúni Poulsen, ið sat handan trummurnar, har Hjørtur P. Háberg annars ofta plagar at sita. Men tað merktist á ongan hátta á framførsluni, og tað virkaði eins og rytmu-motururin úr Fuglafirði ikki hevði gjørt annað, enn at spælt við GØ alt lívið. Tað er ímyndin av tónlistarligum dugnaskapi, at tú kanst traðka til og fáa tað at virka eins og tú hoyrir til.

Yvirflóðin sást eisini aftur á tann hátt, at har var ikki bara Kristian Pauli Ellefsen á tangentljóðførum, men eisini Vinjar Egilsnes Petersen. Báðir bertóku við fleiri framúrskarandi solo-avrikum, har tað til tíðir var slag av Battles of the Synths, tá annar tók yvir, har hin slepti, ella tá teir bara spældu tvørtur um hvønn annan.  

OY hevur seinasta árið ognartikið støðuna sum virknasta spælistað í landinum við regluligum konsertum. Við teimum tillagingunum, ið eru gjørdar, eitt nú at ballurin er niðri á gólvinum, har vanliga inngongin er, hava eisini gjørt staðið til eitt tað besta spælistaðið í landinum. 

So undarligt, ið tað kann ljóða, so tók tað rættiliga langa tíð at fáa eina øl hetta kvøldið í OY, tá GØ hevði útgávukonsert. Tað burdi ikki komið fyri, tá tú ert til konsert millum øl-tangarnar í einum bryggjaríi. 

Yvirflóðin til GØ-útgávukonsertina sást eisini aftur í, at bólkurin hevði tikið eina blásara-kvintet av okkara bestu messing- og træblásarum við sær á pallin. Tað gav konsertini eitt flog og eina fyllu, ið er sera sjáldsamt at uppliva her á landi.  Fremst eru tað Kristina Thede Johansen (saksofon) og Malan M Joensen (fagott), meðan aftanfyri standa Maria Wang Reinert (trombon) og Ernst Remmel (trompet). 

Tað var eitt fragd at leggja oyru til flottu ljóðmyndina hjá GØ, har blásararnir so avgjørt gjørdu sítt til, at flogið á konsertini var so høgt. 

GØ-manningin til útgávukonsertina var: Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Árni Jóhannesson, (bass), Jan Rúni Poulsen (trummur) og Sjúrður Zachariasson (saxofon). Afturat sær høvdu føstu limirnir í bólkinum Vinjar Egilsnes Petersen (tangentar), Ernst Remmel (trompet), Maria Wang Reinert (trombon), Kristina Thede Johansen (saksofon) og Malan M Joensen (fagott). 

Áhoyrararnir fingu eina konsert, ið var tað reina krás fyri oyruni, tá GØ borðreiddi við yvirflóð í OY. 

Er kopiera