Í myndum: Mentanarvirðislønir landsins 2024

Nýggja Steinway-flyglið hjá Varpinum kom veruliga til sín rætt til handanina av mentanarvirðislønum landsins. 

Jóhannes Andreasen, klaverleikari, framførdi eitt stykki hjá Tróndi Bogasyni til høvið. 

"Stásiligar karmar fáast ikki," segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, áðrenn hon handaði tær tríggjar virðislønir landsins. 

Hanni Bjartalíð, myndlistamaður, fekk Mentanarvirðisløn landins 2024. "Eg havi onga talu tikið við mær, men eg havi tikið dóttrina við," segði ein lítillátin Hanni Bjartalíð, tá hann takkaði fyri heiðurin. Við heiðrinum fylgja eisini 150.000 krónur. 

Jan Andersson frá Steinprenti bar fram eina kvøðu til sín góða vinmann og "partner in crime", Hanni Bjartalíð. 

"Handanin av mentanarviðislønum landsins er eitt gott høvi at vísa á týdningin, ið mentan og list hava fyri samfelagið og at heiðra tey, ið halga sítt virki til mentan og list," segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, í sínari fagnaðartalu í sambandi við handanina av mentanarvirðislønunum. 

Randi Ward úr West Virginia í USA fekk Heiðursgávu landsins 2024 fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum. Við heiðrinum fylgja 75.000 krónur. 

Randi Ward takkaði á flótandi føroyskum fyri stóra heiðurin. Hon viðgekk, at hon ikki hevði væntað at komið aftur til Føroya, tá hon fór higani í 2009. "Men innast inni vónaði eg altíð, at tað fór at bera til. Hóast Føroyar ikki er mítt heim, so hava oyggjarnar verið í mínum tonkum hvønn einasta dag seinastu 20 árini."

Tónlistamaðurin Lasse Thorning Jæger, sum framførir nýhugsandi elektroniska tónleik undir navninum Supervisjón, framførdi eisini til handanina av mentanarvirðislønum landsins  í Varpinum í Klaksvík. 

Supervisjón blandar larm, tekno og aðrar elektroniskar sjangrur við punki. Men mitt í háorku dansitónleikinum við beats, breaks og smábrotum av melodium, hoyrist røddin hjá yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger, ið eisini er kona Lassa, tosa um ting, ið mynda gerandisdagin hjá fólki. 

Eins og seinastu mongu árini, so var tað Páll Danielsen, ið var vertur og leiddi øll trygt gjøgnum hátíðarløtuna. 

Beinir Bergsson, yrkjari, fekk handað Virðisløn landins til ungt listafólk. Við heiðrinum fylgdu 50.000 krónur. 

"Í tekstunum hjá Beini opnast ein verð, sum er bæði kritisk og intim," segði Lív Maria Róadóttir Jæger, námslektari og yrkjari, í sínari kvøðu til Beinir. 

Guðrið Hansdóttir, sum hevur sett løg til yrkingar hjá Randi Ward, framførdi nakrar av hesum sangum til handanina av mentanarvirðislønum landsins, eitt nú "A Faroese Fisherman Speaks of Drowning".

Sangirnir, ið Guðrið Hansdóttir kevur tónsett til yrkingar hjá Randi Ward, eru at finna á útgávuni "Beyond The Grey" frá 2011. 

Hátíðarløtan í Varpinum í Klaksvík í sambandi við, at mentanarvirðislønir landsins vóru handaðar, er at enda komið. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, takkar Klaksvíkar kommunu og Varpinum fyri at hýsa handanini av mentanarvirðislønunum, áðrenn hon letur Fionu Parter og Klaksvíkar hornorkestri dirigentstavin. 

Er kopiera