Sí myndirnar: Kvinnurnar áttu kvøldið

Borðreitt var við nøkrum av tí besta, ið føroyski mentanarpallurin hevur at bjóða, tá ið Mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar í snotiliga Hátúni í Tórshavnar musikkskúla. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Okkara fremsti klassiski gittarleikari, Ólavur Jakobsen, sum eisini er ein drívmegi í Tórshavnar musikkskúla, framførdi til handanina í Hátúni. 

Sirið Stenberg er nýggj landsstýriskvinna í mentanarmálum, og hon hevði avgjørt, at ein virðisløn aftur skuldi latast einum ungum listafólki. 

Alda Mohr Eyðunardóttir var bæði errin og rørd, tá ið hon fekk Virðislønina til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Unga listakvinnan takkaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyri, at hon hevur gjørt av aftur at heiðra eitt ungt listafólk. Tað hevur nógva at siga fyri ungu listafólkini. 

Dagmar Malena Winther, sum starvast við fyriskipan og samskifti á Listasavni Føroya, bar fram eina kvøðu til Aldu Mohr Eyðunardóttur. 

"Tú leitar til tað heimkæra og tað siðbundna, men tú gert tað eisini í eini fjarstøðu í tíð og stað. Tú brúkar nakað ítøkiligt sum eina bindiuppskrift sum miðil til at vísa á ein longsul til tað, sum er tær nær ella sum einaferð var, men uppskriftin er ikki greið ella løtt at fylgja."

Mest sermerktu framførsluni á kvøldinum stóð slagljóðførisljómlið Føroya Symfoniorkesturs fyri. 

James Goodwin og Rúni Kallsoy Mouritsen á Marimba. Rúni hevur komponerað verkið, Føroya Slagverks Ensemble framførdi. 

Slagljóðførini, sum vanliga eru rútman í bakgrundini í einum symfoniorkestri, eru millum annað marimba, paukur, tríhyrning, slagskálir og rørklokkuspæl.

Ári Berghamar Danielsen spælir upp á paukur í slagljóðførisljómliðnum. 

Páll Danielsen var vertur fyri hátíðarløtuni í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla, tá ið Mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar. 

Keramikarin Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu landsins, sum er 75.000 krónur. "Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan fyri leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst," segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, millum annað, tá ið hon handaði Guðrið Poulsen heiðursgávuna. 

Tað var ein djúpt rørd Guðrið Poulsen, ið takkaði fyri Heiðursgávu landsins. Eina serliga tøkk sendi Guðrið Poulsen sínari nærmastu familju, ið altíð hevur stuðlað henni í hennara virki. 

Ole Wich, listamaður, bar fram eina kvøðu til Guðrið Poulsen. Ole Wich helt, at tað er upp á tíðina, at eitt stórfingið og týðandi verk eftir Guðrið Poulsen fær eitt heiðurspláss í høvuðsstaðnum, har Guðrið Poulsen býr. 

"Det kan tilføre et nutidigt og modernistisk træk til vores bybillede. Det mangler i høj grad."

Okkara fremsta songkvinna, Eivør Pálsdóttir, sang undir handanini av mentanarvirðislønum landsins. 

Klaverúrmælingurin Mattias Kapnas stóð fyri undirspælinum til framførsluna hjá Eivør. 

Eivør og Mattias góvu løtuni í Hátuni eitt heilt serligt flog. 

Hansina Iversen, myndlistakvinna, fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022, sum er 150.000 krónur.

"Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera," segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, millum annað, tá ið hon handaði Hansinu Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022. 

Hansina Iversen, myndlistakvinna, nýtti høvið at takka pápa sínum, kenda útvarpsmanninum Ívari Iversen, sála, fyri hansara stuðul. 

Kinna Poulsen, listafrøðingur, bar fram eina kvøðu til Hansinu Iversen. Kinna Poulsen vísti til eina samrøðu, ið hon einaferð hevði gjørt við myndlistakvinnuna fyrst í øldini. 

"Eg spurd tá listakvinnuna, hvat hon ynskti sær, at fólk skuldu fáa burtur úr hennara myndum. Hon hugsaði seg væl um, og segði síðan - Einki! Einki? Ja, nikkaði hon, at um fólk bara kundu standa og gána eina løtu í friði og náðum, so var tað fínt."

Hátún í Tórshavnar musikkskúla var ein hábærslig og hóskandi pallseting til handanina av Mentanarvirðislønum landsins.


Alda Mohr Eyðunardóttir, Hansina Iversen og Guðrið Poulsen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Mentanarvirðislønir landsins 2022 fer í søguna sum eitt kvøld, ið kvinnurnar áttu. 

Er kopiera