- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Nú letur URD upp
Umlættingar- og endurvenjingardepilin, URD, sum Tórshavnar kommuna hevur bygt í Hoyvík, er nú liðugur.
Tikið verður ímóti fyrstu borgarunum mánadagin.
Øll umlætting og rehabilitering í Tórshavnar kommunu verður nú savnað á nýggja deplinum í Rólantsgøtu í Hoyvík, har 27 pláss eru.
Aftrat URD í Hoyvík læt Demensdepilin á Tjarnargarði upp 16. apríl. Har er pláss fyri 10 fólkum.
Felagsheitið fyri umlættingarpláss og samdøgursrehabiliteringspláss er nú vorðið "stutttíðarpláss." Tað ber til at fáa hjálp alt samdøgrið eitt styttri tíðarskeið. Tilboðið kann fevna um fleiri ymisk átøk. URD veitir alt, frá endurvenjing, tørvsmeting, umlætting, tørvsmeting og umlætting, til røkt og linnan.
URD hevur kostað góðar 90 milliónir kr.
Bjarni Árting Rubeksen var á URD og tók myndir, tá seinasta hond varð løgd á verkið, áðrenn latið varð upp fyri móttøku á nýggja deplinum seinnapartin.
|