Útheimurin

Gosfjallið, Calbuco, i Kili fór at goysa í gjár, og sendir øsku og royk fleiri kilometrar upp. Myndugleikarnir hava flutt fólk burtur í økinum

Útivið triðihvør ungdómur í Grønlandi hevur roynt at taka lívið av sær og annarhvør hevur umhugsað tað, kemur fram í nýggjari kanning

Í flestu ES londunum er arbeiðsloysið minkað sammett við 2013. Í Danmark er arbeiðsloysið 4,5% minni enn miðaltalið fyri øll ES londini

Skiparin, ið førdi bátin sunnudagin, tá meira enn 800 fólk druknaðu, er nú skuldsettur fyri sín leiklut. Vanlukkan er tann ringasta nakrantíð

Mohamed Morsi, fyrrverandi forseti í Egyptalandi, er dømdur 20 ár í fongsul, tí hann eggjaði til at drepa mótmælisfólk

Higartil hava trý fólk latið lív í New South Wales í landsynningsøkinum í Avstralia. 215.000 heim hava ikki streym í løtuni

Júst sum uttanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES eru komnir saman til skundfund at umrøða málið, eru tríggir bátar við flóttafólkum í havsneyð

Ráðharrar í ES londunum eru kallaðir saman á fund í dag, í kjalarvørrinum á vanlukkuni sunnudagin, ið hevur kravt hundraðtals mannalív

Hundraðtals flóttafólk eru møguliga druknað í Miðjarðarhavinum í nátt, eftir at eitt skip við millum 500 og 700 flóttafólkum umborð holvdist

1500 fólk eru komin saman á minningarhaldi, at minnast tey, ið lótu lív í flogvanlukkuni 24. mars. Týski samveldiskanslarin telist millum gestirnar

Síður