Útheimurin

Oljuprísurin er nú tann lægsti síðani 2004. Í morgun er olja seld í Asia fyri góðar 36 dollarar fyri tunnuna

Týsdagin vera meira enn millión flóttafólk og tilflytarar komin til Evropa, upplýsir altjóða tilflytarafelagsskapurin, IOM

Svenski ríksidagurin samtykti í dag, sum væntað, at seta í verk samleikaeftirlit í landinum. Lógin er galdandi í trý ár

Amerikanski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna 0,25 prosentstig. Hetta er fyrsta rentuhækkin í USA í níggju ár

Tað er ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at skapa vøkstur og at útvega fleiri arbeiðspláss í Grønlandi, heldur danski forsætisráðharrin

Støðan er spent undan toppfundinum hósdagin millum bretska forsætisráðharran, David Cameron, og aðrar ES-leiðarar

Eftir drúgva tilgongd hava íbúgvarnir í New Zealandi valt eitt flagg, sum møguliga skal avloysa meira enn 100 ára gamla flaggið í oyggjunum

Reyði Krossur Føroya sendir nú 610.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Sýria. Talið á fólki í landinum, ið hava tørv á hjálp, er hækkað munandi

Nógv flóttafólk, sum eru komin til Svøríkis, taka nú umsóknina um friðskjól aftur. Fyrstu 10 dagarnar í desember tóku 239 flóttafólk umsóknina aftur

Fyri tólvtu ferð síðani 2001 heldur ST, at eitt av teimum evropeisku londunum er besta landið í heiminum at liva í

Síður