- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Grønlendingar sjálvir ábyrgd fyri vøkstrinum
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, svaraði einum fyrispurningi frá Aaju Chemnitz Larsen, fólkatingsvinnu fyri IA. Hon vísti á, at Vinstra-stjórnin nevnir ikki Grønland við einum orði í stjórnargrundarlagnum.
- Grønlendingar hava ein sjálvstýrisskipan, og tí er tað ábyrgdin hjá grønlendingum sjálvum at gera tær bygnaðarbroytingar, sum kunnu fáa javnvág í búskapin, og at menna vinnulívið, svaraði Lars Løkke Rasmussen.
IA hevur eisini fleiri ferðir eftirlýst áhuga hjá donsku stjórnini og donskum pensjónsgrunnum at stovna ein íløgugrunn, sum skal stuðla vinnuverkætlanum í Grønlandi.
Danska stjórnin fús at hjálpa, men...
Eisini hin grønlendska fólkatingskvinnan, Aleqa Hammond úr Siumut, spurdi, hvørja støðu forsætisráðharrin hevur til vinnuverkætlanir í Grønlandi.
Lars Løkke Rasmussen svaraði, at danska stjórnin er fús at hjálpa, men danska stjórnin fer ikki at leggja vakstrarætlanir fyri Grønland. Tað er tað sama sum at býta um leiklut, segði forsætisráðharrin.
Sostatt noyðist grønlendska landsstýrið sjálvt at venda sær til donsku sjórnina um at vera við í einum íleggingargrunni og øðrum vinnufremjandi verkætlanum.
- Enn er eingin formlig áheitan komin úr Grønlandi, segði Lars Løkke Rasmussen.