ST: Hetta er besta landið í heiminum

ST: Hetta er besta landið í heiminum
Fyri tólvtu ferð síðani 2001 heldur ST, at eitt av teimum evropeisku londunum er besta landið í heiminum at liva í
Noreg er besta landið at liva í. Tað er niðurstøðan fyri tólvtu ferð síðani 2001 hjá ST. Landið ger stór framstig tá talan er um javnstøðu, og mennir útbúgving og heilsu, stendur millum annað í niðurstøðuni
 
15.12.2015 - 13:25

- Tað er eydnast Noreg at vaksa um inntøkurnar og at býta inntøkurnar nøkulunda javnt. Landið ger stór framstig tá talan er um javnstøðu, og mennir útbúgving og heilsu, stendur í niðurstøðuni.

Tað eru onnur lond, sum eisini liggja frammarlaga í metingini. Millum annað Avstralia, Sveis, Danmark og Holland. Niðast í uppgerðini eru afrikansku londini, Niger, Eritrea og Kjadd.

Í frágreiðingini vísir ST á, at stór framstig eru hend síðani fyrsta frágreiðingin varð gjørd í 1990. Síðani tá hava tvær milliardir fólk fingið munandi betri umstøður.

Vísa á ójavnvág á arbeiðsmarknaðinum

Í frágreiðingin verður dentur lagdur á, at neyðugt verður, at fleiri sleppa til arbeiðis. Í tí sambandi er neyðugt at staðfesta, hvat arbeiði er, og talan kann vera um frítíðarvirksemi, at ansa eldri í familjuni og annað. Tað arbeiði eigur at verða virt meir enn nú.

Neyðugt er eisini at virða rættindini hjá teimum sum arbeiða, tí globaliseringin hóttir nógv arbeiðspláss. Frágreiðingin vísir á, at sum nú er arbeiða kvinnur 52 prosent av øllum arbeiði, men tær fáa bert ein triðing av útgoldnu lønunum.

Tí er neyðugt at broyta gongdina. Og neyðugt er eisini at fólk í so stóran mun sum gjørligt, sjálvi sleppa at velja, hvat arbeiði tey vilja røkja, sigur ST í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109