- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seta í verk samleikaeftirlit í tokum og bussum
75 atkvøddu fyri og 39 vóru í móti lógaruppskotinum. Málið hjá svensku stjórini er at avmarka talið av fólkum, sum søkja um friðskjól, skrivar SVT.
Í tí sambandi sigur Ríkisdagurin, at eftirlit við samleikaprógvum er ein máti at minka talið av umsøkjarum.
Tað kann merkja, at svenskt eftirlit verður á tokstøðini í Kastrup við flogvøllin frá fjórða januar komandi.
Úr tokinum at vísa samleikaprógv
Í veruleikanum merkir tað, at øll, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv, og síðani fara tey umborð aftur á saman tokið.
Kent Ekeroth frá flokkinum Svøríki-Demokratarnir, skeyt upp, at sama eftirlit eigur eisini at verða galdandi fyri hýruvognar á markinum til Svøríkis.
- Vit skjóta til dømis upp, at ábyrgd verður løgd á tann, sum hevur ábyrgd av flutninginum, sum skal kanna pass og visum. Tað skal vera galdandi fyri buss, tok, ferjur og hýruvognar, segði Kent Ekeroth á talarastólinum í Ríkisdegnum.