Nýsæland skal møguliga hava nýtt flagg

Nýsæland skal møguliga hava nýtt flagg
Eftir drúgva tilgongd hava íbúgvarnir í New Zealandi valt eitt flagg, sum møguliga skal avloysa meira enn 100 ára gamla flaggið í oyggjunum
Uppskotið, sum vann fólkaatkvøðuna um nýtt flagg í Nýsælandi
Mynd: New Zealand Government  
 
16.12.2015 - 08:49

Nýsælendingar vóru á fólkaatkvøðu um nýggja flaggið, og úrslitið er, at nýggja flaggið verður blátt og svart við silvur-littum trøllakampi og fýra reyðum stjørnum. 

Vinnarin av fólkaatkvøðuni skal tó aftur í nýggja og avgerðandi fólkaatkvøðu móti núverandi flagginum. Fólkaatkvøðan verður í mars.

- Fólkaatkvøðan hevur søguliga stóran týdning fyri okkum, sigur varaforsætisráðharrin, Bill English, sambært New Zealand Herald. 

Líkist ov nógv

Tey, sum vilja hava nýtt flagg siga, at núverðandi flaggið við bretska Union Jack í horninum, kemur ov lætt kemur í bland við fyrrverandi bretsk hjálond, sum eitt nú Avstralia.

Flaggið, sum nú skal kappast móti vernadi flaggi, hevur silvur-trøllakampin sum berandi felagsmerki. Trøllankampurin er tjóðarmerki í New Zealandi. 

Tær fýra reyðu stjørnurnar eru SuðurKrossurin - ein stjørnumynd, sum bert sæst á himmalhválvinum á syðru jarðarhálvu. 

Fólkaatkvøðan í marsmánaði veður avgerðandi fyri, hvat flagg New Zealand skal brúka frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342