- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lægsti oljuprísurin í 11 ár
Í USA kostar oljan góðar 34 dollarar fyri tunnuna. Samstundis øktist virksemið í amerikansku sonevndu skiferoljuni í farnu viku, og ætlanin er at oljuprísurin skal haldast á einum so lágum støði sum gjørligt.
Samstundis øktust amerikansku oljugoymslurnar upp í 491 milliónir tunnur, og so stórar hava amerikansku oljugoysmlurnar ikki verið síðani í 1930.
SÍ EISINI Oljuprísurin lækkar meir
Roknað verður nú við, at oljuprísurin kann falla niður í 20 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til tað er, at tey 12 limalondini í OPEC fara at selja 32 milliónir tunnur av olju umdagin.
Tað er serliga Iran sum økir sína oljusølu nógv, og teirra søla fer at hækka so hvørt sum tiltøkini ímóti landinum verða sett úr gildi, er seinasta metingin hjá serfrøðingum.