- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdir fyri neyðtøku
Ákærdir fyri neyðtøku
Menninir gjørdu sær dælt av, at gentan, sum tá var 15 ella 16 ár, var ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum

Ákærdu menninir nokta seg sekar.
07.04.2025 - 09:11
Tveir menn, báðir eru fyrst í tríatiárunum, eru ákærdir fyri neyðtøku.
Tað var 7. september í 2022, sambært ákæruritinum.
Menninir gjørdu sær dælt av, at gentan, sum tá var 15 ella 16 ár, var ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum.
Menninir nokta seg sekar.
Frídømdur
Ein maður, sum var ákærdur fyri at neyðtaka sína egnu konu, er frídømdur í Føroya rætti.
Rætturin sigur, at tað er ikki prógvað, at talan var um neyðtøku.
Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing í eitt ár og tveir mánaðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV