- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: - Vit skulu hava fatur í hasum landinum

Tað sigur hann í eini poddvarp-samrøðu við Vince Coglianese, sum er endurgivin á fleiri altjóða tíðindastovum, eitt nú AFP.
Sambært AFP-tíðindastovuni sigur Trump í poddvarp-samrøðuni, at tað er neyðugt hjá USA at hava ræði á Grønlandi.
Vit hava tørv á Grønlandi
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance er á veg til Grønlands. Hann kemur á vitjan, saman við konu síni, Usha Vance.
Spurdur um endamálið við ferðini hjá J.D. Vance til Grønlands svarar Donald Trump, at "tey skulu vita, at vit hava tørv á Grønlandi".
Vit skulu sannføra tey
Í poddvarps-samrøðuni verður amerikanski forsetin eisini spurdur, um hann heldur at grønlendska fólkið sær fram til at gera st amerikanskir ríkisborgarar.
- Tað veit eg ikki. Eg haldi ikki, at tey hava nakað ímóti tí. Men vit skulu sannføra tey, og vit skulu hava fatur á hasum landinum, svarar Trump.
Sambært forsetanum ræður um at verja USA og altjóða samfelagið.
- Mær hóvar ikki at siga tað á tann hátt, men tað er neyðugt hjá okkum at fáa fatur í Grønlandi, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.