- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit skulu ikki vera samd

Í einum demokratii er alneyðugt, at vit duga at kjakast virðiliga, heldur Özlem Cekic, sum er fyrrverandi danskur politikari, og sum í 14 ár hevur drukkið kaffi við fólkum, sum hava sent henni hatursboð.
- Fyrst gjørdist eg bangin og ørkymlað av hesum brøvum og boðum, tí eg sá fyri mær hesi hatursfullu fólk, sum skrivaðu til mín. So fekk eg góðu ráðini at byrja eina samrøðu í staðin, og tá sá eg, at tað ikki bara vóru tey, sum høvdu fordómar um meg, men at eg sjálv eisini hevði fordómar um tey, sigur Özlem Cekic og leggur dent á, at ein samrøða ikki snýr seg um at fáa rætt ella at fáa sannført mótpartin um tað tú sigur.
Ein góð samrøða ella eitt gott kjak hevur heldur ikki til endamáls at varveita tann góða stemningin, um tað merkir, at vit ikki tora at siga okkara hugsan, um onkur verður illur av tí. Tann góða samrøðan skal fáa okkum til at skilja hvørt annað betur.