- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Kanada 28. apríl

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, hevur skrivað út val at vera 28. apríl.
Fráboðanin, sum kom í gjár, var væntandi.
Carney tók við sum leiðari í Liberala flokkinum í mars, og hann gjørdist samstundis nýggjur forsætisráðharri í Kanada eftir Justin Trudeau.
Amerika vil eiga okkum
Hann heldur, at tollurin hjá Trump eru vanlukkuligur.
- Trump vil oyðileggja okkum, soleiðis at Amerika kann eiga okkum, sigur Carney:
- Toll- og handilstiltøkini hjá Trump forseta skapa størstu kreppuna í okkara tíð, og tey hótta sjálvræðið. Okkara svar skal vera at byggja upp ein sterkan búskap og eitt tryggari Kanada. Trump forseti sigur, at Kanada er ikki eitt veruligt land. Hann vil syndra okkum, so Amerika kann eiga okkum. Vit tað lata vit ikki henda, segði Marc Carney í røðu fyril kanadiska fólkinum í gjár.
Biður um stuðul
Hann heitti á kanadiarar um at stuðla sær:
- Eg biði kanadiarar um eina sterka heimild at fáast við Trump forseta, og at byggja upp nýggjan kanadiskan búskap til frama fyri øll, tí eg veit, at vit hava brúk fyri broytingum, segði kanadiski forsætisráðharrin.