Prísvøksturin størri enn í november

Prísvøksturin størri enn í november
Prísirnir eru hækkaðir 1,3 prosent frá februar í fjør til februar í ár
Prísurin á smøri hækkaður góð tíggju prosent.
 
24.03.2025 - 11:03

Prísvøksturin er nú nakað størri, enn hann var í november fjør. 

Prísirnir eru hækkaðir 1,3 prosent frá februar í fjør til februar í ár.

Prísirnir hækka við minni ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. 

Tó er árligi prísvøksturin fyri februar í ár nakað størri enn árligi prísvøksturin var, seinast brúkaraprístalið kom. Tað var í november í fjør.

Tá var prísvøksturin 0,8 prosent.

 

 

Matur og drykkjuvørur

Prísirnir á mati og drykkjuvørum er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum, skrivar Hagstovan.

Til dømis kosta klæði og skógvar 2,7 prosent minni nú enn fyri einum ári síðani.

Miðalrentan er lækkað góð átta prosent.

Streymurin er vorðin 44 prosent dýrari í Íslandi og Danmark og 84 prosent í Noregi seinastu fimm árini.

Í Føroyum er elprísurim farin 17 prosent upp.

 

 

Minni enn í ES-londum

Prísvøksturin í Føroyum er minni enn miðalprísvøksturin í ES-lond. Hann er 2,8 prosent. 

Prísvøksturin í Finnlandi er uppaftur minni. Hann er hálvt prosent.

Í Svøríki er hann tann sami sum í Føroyum.

Prísvøksturin í Danmark er tvey prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 4,2 prosent. 

Í Noregi er prísvøksturin 3,6 prosent. Og í Føroyum er hann 1,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664