
- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2025: Silvurdrongur átti ársins tekst og myndlistarliga samleika

"Royni at blíva ein betri maður
ella hvat fuck er tað eg sigi
Eg royni fyrst og fremst at blíva til ein mann
til eitt menniskja
Tað er ikki so lætt í dag
Eg føli trýstið í dag
Eg føli pressið í dag"
Soleiðis byrjar Silvurdrongur tekstin til sangin "Mánadrongur".
Teksturin er blivin heiðraður sum ársins tekstur til FMA 2025, sum verður hildið í Varpinum í Klaksvík í kvøld.
Teksturin viðger tilverunnar stóru spurningar, eitt nú hvussu mann verður ein betri maður og hetta at arva syndirnar hjá forfedrunum.
Nú æt eg eftir ánni
"Mánadrongur" er at finna á plátuni "Nú æt eg eftir ánni", sum Silvurdrongur gav út í fjør. Talan er um eina sonevnda konseptplátu, ið snýr seg um lívið og forfall.
Hini tilnevndu vóru:
- "Nú ert tú moldin" hjá Leu Kampmann, skrivað hava Lea J. K. Kampmann og Teitur Lassen
- "Lívsandin" hjá Eivør, skrivað hevur Marjun Syderbø Kjelnæs
- "Tekin uppá lív" hjá Aggrasoppar skrivað hava Dania O. Tausenen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge
- "Nætur níggju" hjá Hamradun skrivað hevur Pól Arni Holm
Plátan "Nú æt eg eftir ánni" hjá Silvurdrongi bleiv umrødd í sendingini LEITISSTEIN í fjør, har Trygvi Danielsen var gestur.
Eisini besti myndlistarligi samleiki
Trygvi Danielsen legði eisini stóra orku í tað myndlistarliga úttrykkið í sambandi við útgávuna av "nú æt eg eftir ánni".
Umframt ein sera flottan húsa, so bleiv eisini gjørdur ein filmur um útgávukonsertina á G! festivalinum, "Transformation".
Mánadrongur
eftir Trygva Danielsen
Royni at blíva ein betri maður
ella hvat fuck er tað eg sigi
Eg royni fyrst og fremst at blíva til ein mann
til eitt menniskja
Tað er ikki so lætt í dag
Eg føli trýstið í dag
Eg føli pressið í dag
Eg føli at saman hava vit bygt hetta
í felag hava vit evnað okkar arvasynd
Vit hava arvað synd
Vit produsera synd
Men kanst tú gera eitt sindur við tað
Kanst tú reisa teg at vitna
um hvat er sum ger teg skitnan
Hvat fyri helviti tú skalt hitta fyri at reinsa teg
Eg meini ikki pussa gloriuna
Koyr hana í skrell
Eg meini
Hvat tað er sum ger teg menniskja
Hvat tað er sum ger teg menniskja
Er tað tú sum ger meg menniskja?
Er tað eg sum geri teg menniskja?
Saman eru vit komin her fyri at doyggja
Saman eru vit komin her fyri at skeldast fyri at hata
fyri at øvunda og misunna
Saman eru vit komin her fyri at øsa okkum
Fyri at sløsa alt burt
Fyri at spilla hesa jørðina
Sum vit øll hava fingið
í føðingardagsgávu
Ja
Hugsa um allar tínar forfedrar
Eg meini ikki bara ommu og abba
og langommu og oldurabba
Heilt aftur til afrika
Eg meini tey sum grulvaðu úr havinum
so at tú kundi ganga í fjøllunum
Hvat høvdu tey sagt um tey sóu teg í dag
spákandi eftir gøtuni
í deprimeraðum lag
við høvdinum undir arminum
sinnið eitt annað stað
Hvat skal eg gera við mitt lív
Hvussu skal eg hava ráð til at búgva
Havi eg yvirhøvur hug til at liva?
Hvat kann eg gera fyri at blíva til eitt menniskja
í harmoni við mitt umhvørvi
Kants kategoriska imperativ
Eg mangli terapi
Eg mangli jung
Eg mangli nietzsche
Nah
Eg mangli ikki fleiri deyðar hvítar menn
Eg mangli at fiksa mínar tenn
Ringja til mín besta vin
Drekki eitt sindur vín
Diskutera alt og einki
og alt í senn
Tað er tað sum ger meg menniskja
Tað er tú sum ger meg menniskja
Tað eri eg sum geri teg menniskja
Saman eru vit komin her fyri at klemmast
Saman eru vit komin her fyri at minnast
Fyri at hjálpa
Fyri at elska so gott vit kunnu
Saman eru vit komin her fyri at blóma
fyri at trivast
og fáa lívið til at nørast
har vit eru
Saman eru vit komin her fyri at blóma
fyri at trivast
og fáa lív at nørast
har sum vit eru