FMA 2025: "Ævir, amen" hjá GØ er ársins serútgáva

FMA 2025: "Ævir, amen" hjá GØ er ársins serútgáva
Progressivi jazzbólkurin GØ, ið er tað á føroyska tónleikapallinum í dag, sum Plúmm var í áttati- og nítiárunum, varð heiðraður fyri ársins serútgávu á FMA 2025
Plátan "Ævir, amen" hjá progressiva føroyska jazzbólkinum GØ, er ársins serútgáva
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 20:25

"Ævir, amen" hjá frambrúsandi jazzbólkinum GØ er ársins serútgáva. 

Tað er kunngjørt á árliga FMA-tiltaki, sum í ár er í Varpinum í Klaksvík. 

Hinar útgávurnar, ið vóru tilnevndar til ársins serútgávu, vóru:

 

  • Tjant - "Ógreiða"
  • GØ - "Ævir, amen"
  • Flytifólk - "Flytifólk"
  • Sunleif L. Rasmussen - "Regin Smiður"
  • Jósef Zachariassen - "Fugloy"

 

Útvendur og viðkomandi jazzbólkur

Hóast GØ er ein jazzbólkur, so megnar bólkurin at hugsa áhoyrararnar inn í sín spennandi jazzuta alheim. 

Bólkurin er meira útvendur, hugfarsligur og skemtiligur enn jazzbólkar flestir, ið hava lyndi til at fara inn í eina boblu fyri seg sjálvan.

Sangheiti sum "Ivi á Tinganesi", "Loysing í dós" og "VinstraHøgra" bera vitnisburð um hetta. 

Hetta ger GØ meira viðkomandi fyri áhoyrararnar.

 

Jazzur við poppkrókum

Og so hevur GØ nógv løg, ið hava góðar popp-krókar innbygdar, sum eisini geva bólkinum og tónleikinum atdráttarmegi. 

Útgávukonsertin hjá GØ í OY í sambandi við Vetrarjazz var ein yvirflóð frá byrjan til endan.

Ein yvirflóð av talenti, tí á pallinum vóru teir flestu av okkara allarbestu ungu tónleikarum. Ein yvirflóð av sterkum løgum og útsetingum. Og ein yvirflóð av tónum. 

 

Góvu LEITISSTEIN gø

Í sambandi við útgávuna av "Ævir, amen", vóru tveir av oddamonnunum í GØ, Ólavur Gaard og Kristian Pauli Ellefsen, gestir í LEITISSTEIN, har teir greiddu frá um plátuna, sum bleiv spæld úr enda í annan. 

Teir báðir greiddu frá, at tað var tilvitað, at teir royndu at ansa eftir, at teir ikki fóru ov nógv inn í seg sjálvar at spæla, sum ofta er ein avbjóðing hjá jazzbólkum. 

 

Sendingin kann hoyrast inni á KVF Ljóð og her niðanfyri. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551