Stýrið ivast í ábyrgd fyri tapi

Stýrið ivast í ábyrgd fyri tapi
Stýrið hjá Íleggingargrunnium heldur, at tað eigur at vera tilskilað í lógini, at stýrið ikki kann ábyrgjast eftir vanligu reglunum um tapsváða
Vága floghavn skal útbyggja fyri 1,4 milliard næstu árini.
 
11.03.2025 - 07:42


Stýrið í Íleggingargrunninum ivast í uppskotinum hjá landsstýrinum um at lata Vága floghavn 350 mió. kr. og Suðuroyartunlinum 350 milliónir úr grunninum. 

Stýrið heldur, at tað eigur at vera tilskilað í lógini, at stýrið ikki kann ábyrgjast eftir  vanligu reglunum um tapsváða í sambandi at geva Vága floghavn og Suðuroyartunlinum rentu- og avdráttarfrí lán.

Løgmansskrivstovan, sum eigur uppskotið, heldur, at samtykkir løgtingið uppskotið, so er eisini undirskilt, at grunnurin tekur á seg størri váða fyri tapum enn annars.

Tí kann stýrið heldur ikki ábyrgjast eftir teimum vanligu reglunum í sambandi við hesi lán.

Stýrið nevnir eisini orðini í lógarupskotinum um, at aðrir fíggingarstovnar kunnu læna teimum pengar, sum annars læna frá Íleggingargrunninum, tí Íleggingargrunnurin fer í nøkur ár ikki at kunna geva lán.

Stýrið sigur, at aðrir fíggingarstovnar í landinum heita javnan á Íleggingargrunnin um at vera við til at fíggja stórar verkætlanir.

Og áhugin hjá útlendskum lánveitarum kann skjótt minka, um búskaparstøðan í Føroyum versnar.

Um hetta hevur Løgmansskrivstovan ongar viðmerkingar í lógaruppskotinum.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791