- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kensluborið at syngja tjóðsangin í Berlin

Føroysku hondbóltsáskoðararnir, sum vóru í Berlin í fjør, hava fingið heiðursløn fyri góða rómin.
Heiðurslønin, sum ber heitið ársins engagementpreis, var latin á German Handball Awards.
Millum túsundtals føroysku áskoðararnar taldust Birgir Sondum og Guðrun Horn.
- Hetta var ein ógloymandi uppliving, siga bæði við ein munn. Hýrurin var einastandandi og øll vóru saman. Ung sum gomul.
Millum mongu góðu minnini kann nevnast løtan, tá føroysku áskoðararnir fór at syngja norska tjóðsangin.
- Tað er tað positiva, sum eyðkennir okkum, sigur Guðrun Horn.
Og so var tað løtan, tá Elias á Skipagøtu skuldi taka brotskast í seinastu sekundunum ímóti Norra.
- Eg havi hugt at síðstu minuttunum fleiri ferð, men eg skilji framvegis ikki, at tað bar til, sigur Birgir Sondum.
Bæði Birgir Sondum og Guðrun Horn vera á áskoðaraplássunum Við Tjarnir, tá næsta stóra avbjóðingin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum er á skránni.
Tá skulu virðisløntu føroysku fjeppararnir gera sítt til, at Føroyar fáa eitt gott úrslit móti Hollandi.