![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/20250206-dsc06497fjolritagrunnin_katrin_petersen_og_helle_tede_johansen.jpg?itok=tzmc6pd2)
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjølrit er felagsskapur, ið røkir avtalur um listaligan upphavsrætt í Føroyum, og umboðar m.a. Rithøvundafelag Føroya.
Dagførda avtalan hevur stóran týdning, hvat viðvíkir stýringini av tilfari á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Frameftir fer nevniliga at bera til hjá Kringvarpinum, at leggja út føroyskar søgur og yrkingar á heimasíðuna, uttan at tær hava verið í útvarpinum fyrst.
Nýggja tilfarið verður tøkt í ávísum tíðarskeiðum, júst sum vit kenna tað frá ymsu loyvisavtalunum í sambandi við stroyming.