- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan millum Grønland og Danmark hevur sett dám á ríkisfundin
Ríkisfundurin í Keypmannahavn er liðugur, og um hálvgum fýra tíðina fara Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, at hava tíðindafund í forsætismálaráðnum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, letur væl at tí, sum er komið burtur úr ríkisfundinum, men støðan millum Danmark og Grønland hevur sett serligan dám á fundin hesaferð , sigur hann.
Tað er ikki vanligt at hava tíðindafund eftir ríkisfundin, sum verður hildin um veturin, og av tí at støðan millum Danmark og Grønland hevur verið høvuðsevnið, verður Aksel V. Johannesen ikki við á tíðindafundinum.
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við løgmann, tá ríkisfundurin var liðugur: