
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur fram sum formaður í Kommunufelagnum, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommuna er næstforkvinna.
Tað var samtykt á fyrsta fundinum eftir kommunuvalið, sum borgarstjórarnir í teimum 29 kommununum høvdu í Havn fyrrapartin.
Hini í formansskapinum eru Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
KAF
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, heldur fram sum formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, er næstformaður.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, er nevndarlimur í KAF.
Barnaverndarstovan
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, er forkvinna í nevndini fyri Barnaverndarstovuna, og Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, er næstformaður.
Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu, er nevndarlimur.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12.20
Sí videobrot frá fundinum í Kommunufelagnum: