"Seinasta paradís á jørð" frumsýndur á størstu filmsstevnu í Norðurlondum

"Seinasta paradís á jørð" frumsýndur á størstu filmsstevnu í Norðurlondum
Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá, "Seinasta paradís á á jørð", er á Nordic Light skránni hjá teimum
 
07.01.2025 - 16:15

"Seinasta paradís á jørð" kallast nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikstjóranum Sakarisi Stórá. 

Filmurin er liðugur og byrjar at ganga í Havnar Bio 10. apríl, og atgongumerki til sýningarnar eru komin til sølu á bio.fo

Men longu nú boðar filmsstevnan í Gøteborg frá, at "Seinasta paradís á jørð" er sloppin upp í part á Nordic Light skránni hjá teimum. 

Hetta boðar framleiðslufelagið Kykmyndir frá í tíðindaskrivi. 

 

Størsta norðurlendska filmsstevna

Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum og hevur yvir 270.000 vitjandi.

Harumframt vitja 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.

Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.

Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnar eftir.

 

Um "Seinasta paradís á jørð"
"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).
Í filminum roynir Kári at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.
Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri verða búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.
Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men hann var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".
Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.
Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.”
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463

Meira um sama evni