Ferðafólkatalið setti met í fjør

Ferðafólkatalið setti met í fjør
Fleiri enn 444.000 fólk komu og fóru um flogvøllin í 2024
Ferðafólkatalið á flogvøllinum setti met í fjør.
 
06.01.2025 - 11:21

Ongantíð hava verið so nógv ferðafólk á flogvøllinum í Vágum sum í fjør.

Talið var 444.035.

Tað var stívliga 430.000 í 2023, sum var gamla metið.

Ferðafólkini kundu verið nøkur túsund fleiri í fjør, var einki verkfall, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn. 

Desember í fjør var eitt litið vet betri enn desember í 2023.

Men desember í 2019 var betri enn desember í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740