- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vón Feeder skrásett í Føroyum í gjár
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum var skrásett í føroyska altjóða skipaskránni í gjár.
Tað er Vón Feeder, farmaskip hjá Sandship í Fuglafirði.
Skipið er bygt í Niðurlondum í 2001, og hevði navnið Hendrik S.
Skipið er 2.311 bruttotons.
Tað er slakar 80 metrar langt.
Fimta skipið
Hetta er fimta skipið hjá felagnum í Fuglafirði, sum var stovnað í 1949.
Tá var navnið partafelagið Sandgrevstur.
Í løtuni er Vón Feeder í Stettin í Póllandi.
Vón er gamalt skipsnavn, sum hevur verið í felagnum fyrr.
Vón verður samstundis familjunavnið á skipum, sum felagið eftir ætlan kemur at ogna sær í framtíðini.
Feeder sipar til, at skipið eftir ætlan kemur at flyta fóður til flakarnar hjá alibrúkunum.