Liggur í sama staði

Liggur í sama staði
Línuskipið Polarstjørnan, sum koppaði á Klaksvíkar sleipistøð 19. desember, liggur enn. Ætlan er gjørd um, hvussu hon kann fáast á rættan kjøl
Polarstjørnan koppaði, tí vognurin fór úr sporinum.
 
24.12.2024 - 10:51

Línuskipið Polarstjørnan, sum koppaði á Klaksvíkar sleipistøð 19. desember, liggur enn í sama staði.

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, sigur í dag, at sleipistøðin hevur gjørt eina ætlan um, hvussu skipið kann fáast á rættan kjøl aftur.

Ætlanin er løgd fyri trygging og reiðari. 

Góðkenna tey hana, byrjar arbeiðið við at fáa Polarstjørnuna á rættan kjøl fyrst í nýggja árinum. 

Kavarar hava staðfest, at Polarstjørnan hevur ikki fingið skaða.

Tað kemur illa við hjá sleipistøðini, at Polarstjørnan liggur har, sum hon koppaði, tá hon var komin góða hálva leið úr sjónum, tí ein annar bátur skuldi eisini takast upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008