Horvni mykinesmaðurin

Horvni mykinesmaðurin
Undir útskifting av jørð í Mykinesi í sekstiárunum, hekk ein gyllin av jørð í leysari luft. Mykinesmenn vistu ikki um eigarin, Jóan Frederik Joensen, var livandi ella deyður
Jóan Frederik Joensn, ið fór til Kanada og hvarv
Mynd: Elsa Petersen  
 
24.12.2024 - 10:29

Jóladag klokkan 13 verður forvitnislig ljóðmynd í útvarpinum. 

Magni Arge hevur sett sær at fyri at finna út av, hvat bleiv av mykinesmanninum Jóan Frederik Joensen. 

Tað vísir seg, at tá farið varð undir útskifting av jørð í Mykinesi í sekstiárunum, hekk ein gyllin av jørð í leysari luft, tí mykinesmenn vistu ikki um eigarin Jóan Frederik Joensen var livandi ella deyður. 

 

Fór til Kanada

Jóan Frederik Joensen fór til Kanada í 1912, og hevði javnan samband við familjuna heima í Føroyum fyrstu árini.

Men sambandið slitnaði um 1920, og hóast bæði familja og sorinskrivari leitaðu uppi og nirði í Kanada at bera honum deyðsboð av pápanum og mammuni og arv í tí sambandi, so funnu tey hann ikki.   

Tey funnu hann heldur ikki í 1966, men gyllinin hann arvaði, var aftur tinglýstur sum ogn hjá Jóan Fredrik Joensen - búsitandi í Kanada - hóast ongin hevði hoyrt frá honum í 46 ár.

 

Hvør var horvni mykismaðurin?

Men hvør var Jóan Frederik Joensen, hví fór hann til Kanada, hvør var hansara lagna, og hvønn arv legði hann eftir seg?

Tað hoyra vit um í sendingini ”Horvni mykinesmaðurin” jóladag klokkan 13, sum byggir á brøv hann skrivaði heim til familjuna, føroysk og amerikonsk skjøl og aðrar føroyskar og amerikanskar keldur.

Myndina av Jóan Fredrik Joensen tók mostur hansara Elsa Petersen, sum var fødd Debes. Hon var av Mortanstovufólkinum í Havn og hevði lært til fotograf.

Nøkur brøv eru varðveitt, sum Jóan Frederik Joensen skrivaði heim úr Kanada, við vakrari hondskrift. Eitt nú lat hann væl at lívinum sum skóghøggari, hóast tað var hart arbeiði. 


Tilvildarlig samtíðarmynd av skóghøggarum

 

Hvat: Horvni mykinesmaðurin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Jóladag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Lýsing: "
Horvni mykinesmaðurin" er ein dokumentarisk ljóðmynd um Jóan Frederik Joensen úr Mykinesi, sum fór til Kanada í 1912 og hvarv í 1920, tá alt samband við hann slitnaði. Hvør var hann, og hvussu var ein gyllin í jørð við til at loysa gátuna um hansara lagnu? Magni Arge leggur sendingina rættis, sum byggir á grein hjá Zacharias Wang og ymsar aðrar keldur úr Føroyum og Amerika. Magni lesur sjálvur saman við Páll Danielsen og Høgna Joensen. Rúni Eysturlíð stóð fyri upptøkuni, meðan Bárður Háberg reinsaði gamalt ljóðbrot.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835