Bæði innflutningurin og útflutningurin minkaðir

Bæði innflutningurin og útflutningurin minkaðir
Innflutt, sum var 10,1 mia. kr. frá november í fjør til oktober í ár, er lækkaður 13 prosent. Útflutningurin, sum 12,4 milliardir krónur, er minkaður 370 mió. kr.
Mynd: Mynd: Hagstovan  
 
19.12.2024 - 10:22

Innflutningurin hjá Føroyum er nógv minkaður.

Innflutt var fyri 10,1 milliard krónur frá november í fjør til oktober í ár, skrivar Hagstovan.

Tað eru 13 prosent minni enn í undanfarna skeiði.

Oljuprísurin er lækkaður. Og tað sæst í innflutningstølunum.

Olja og brennievni vóru innflutt fyri 374 milliónir krónur minni enn í undanfarna skeiði.

Og innflutningurin av akførum minkaði 123 milliónur krónur, sløk 20 prosent.

Nógv minni er innflutt úr ES og USA.

Innflutningurin úr londum í Evropa, sum ikki eru í ES, er vaksin. 

 

Útflutt fyri 370 mió. kr. minni

Føroyar útfluttu fyri 12,4 milliardir krónur frá november í fjør til oktober í ár.

Tað er 370 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið, sigur Hagstovan.

Fiskavøruútflutningurin minkaði 367 milliónir krónur.

Útflutningurin av laksi var tó 618 milliónir krónur størri.

 

Útfluttu laks fyri meir enn seks mia. kr.

Laksur var útfluttur fyri meira enn seks milliardir frá november í fjør til oktober í ár.  

Virðið er vaksið 11,4 prosent, og nøgdin er vaksin 21,7 prosent.

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. 

Nú er útflutningurin til ES tvífalt so stórur sum fyri 2021. 

Útflutningurin til USA var millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin frá 2014 til 2021.

Nú er hann millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772