IRF ynskir at útseta fløskumóttøku

IRF ynskir at útseta fløskumóttøku
Hvørki telduskipanin, ið skal skráseta íløtini og uppkrevja pant og rakstrargjald, ella sjálvur bygningurin til at handfara íløtini, verða klár fyrr enn í fyrru helvt av 2026
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2024 - 08:55

Lógin um pantskipan skal nú broytast, so hon kemur seinni í gildi.

IRF, sum skal taka móti pantinum, hevur heitt á Umhvørvismálaráðið at útseta gildiskomuna.

IRF fer ikki at hava telduskipanina klára til 1. juni 2025 og heldur ikki bygning til at handfara íløt kláran 1. oktober 2025.

Telduskipanin skal skráseta íløt og uppkrevjing av panti og rakstrargjaldi. 

 

Ikki fyrr enn í 2026

IRF metir, at telduskipanin og bygningur til at handfara íløt kunnu vera klár í fyrru helvt í 2026.

Nú skal lógin broyast, so landsstýrisfólkið fær loyvi til at lýsa gildiskomuna í kunngerð.

Ein onnur ætlað broyting er, at skyldan at umsita innkrevjing av panti og rakstrargjaldi, verður flutt frá TAKS til pantumsitaran, sum er IRF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949