Íløgufelagið Royndin ger ikki fleiri íløgur fyribils

Íløgufelagið Royndin ger ikki fleiri íløgur fyribils
Nærum allir pengarnir í íløgufelagnum Royndini eru fluttir úr felagnum upp í móðirfelagið LÍV, so at felagið kann halda sínar eftirlønarskyldur
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2024 - 09:19

Partapeningurin í íløgufelagnum Royndini er lækkaður - úr 50 milliónum krónum, niður í hálva millión:

Tær 49,5 milliónirnar eru fluttar til eigaran, sum er LÍV-3. Tað er gamla felagið í LÍV-samtakinum, sum ikki teknar nýggjar tryggingar, men bara umsitir eftirlønarinngjøld, eldri enn frá 2001, og sum hava fasta rentu við landskassaveðhaldi. 

Í vár seldi Royndin síni 35 prosent av partapeninginum í Navigare Shipping í Runavík:

Roknskaparliga virðið av hesum partabrøvum er 22 milliónir - men stjórin vil tó ikki upplýsa, hvat partabrøvini blivu seld fyri.

Eftir í íløgufelagnum Royndini eru nú - sambært roknskapinum fyri 2023 - smápartafelagið Drop Bucket, og so stóra satsið, fyritøkan Globe Tracker. Royndin eigur 27 prosent av Globe Tracker, sum enn ikki hevur megnað at tjena pengar - tvørturímóti er eginognin negativ við meira enn 37 milliónum.

Í roknskapinum hjá Royndini er sonevnda "roknskaparliga virðið" í Drop Bucket og Globe Tracker sett til EINA krónu.

Sum heild er íløgufelagið sera nógv viknað, nú stórt sæð allir pengarnir eru tiknir út. Og við einum eigara - LÍV-3, sum er undir avvikling - ger Royndin neyvan nakra nýggja íløgu fyribils, sigur Jan Jakobsen.

 

Royndin_ilogufelag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791