Gurið Ljómfelli: "Eg angri bara fjallatúrarnar, ið eg ikki havi verið"

Gurið Ljómfelli: "Eg angri bara fjallatúrarnar, ið eg ikki havi verið"
27. februrar í 2023 var Tórður á túri við Gurið Lómfelli niðan á Víkarvatn framvið tí hugtakandi Fossá
Gurið Lómfelli út í náttúruni, har hon trívist so sera væl
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
16.12.2024 - 14:01

Í dag kl. 17:05 kemur "Við Tórði á túri niðan á Víkarvatn" aftur í útvarpinum. Túrurin var fyrru ferð sendur 27. februar í 2023. 

Gurið Lómfelli greiðir frá, at hon kann ikki lata vera við at ganga í fjøllunum, tí tað er balsam fyri bæði likam og sál og alt.

Hon angrar bara túrarnar, sum hon ikki hevur verið.

Hon sigur, at túrarnir eru ein mynd av lívinum, og tí er umráðandi at ganga í øllum veðri.

 

Mongum brestir ætlan

Henda túrin var ætlanin at fara niðan á Víkartind, sum er eitt sjáldsamt fjall, tí tað minnir mest um eina pýramidu.

Men nógvi kavin í erva gjørdi, at ikki var gangandi niðan hagar.

Kortini er áhugavert at hoyra høvuðspersónin, Gurið Lómfelli, greiða frá ymiskum á leiðini niðan við tí hugtakandi Fossá, niðan á Víkarvatn og oman til heimbygdina Haldórsvík.

 

Hittu fleiri spennandi fólk

Við Fossá hitta Gurið og verturin Tórður Mikkelsen eitt ungt par úr Týsklandi.

Í sendingini hoyra vit eisini Maud Poulsen frá Miðnámi í Vestmanna greiða frá ferðaleiðaraskeiðnum á skúlanum, har Gurið Lómfelli er millum hugagóðu næmingarnar

Og Árni Jacobsen frá einum fjallaáhugabólki, ið letur fólki serligt heiðursskjal fyri at hava verið á øllum skrásettum fjøllum í Føroyum, greiðir frá hesum tiltakinum.

Uttan at vita av hvørjum øðrum, kemur Sjúrður Skaale oman aftur til Víkar júst um somu tíð sum Gurið og Tórður, og tey fáa eitt prát omanfyri bygdina.

Sjúrður hevur gingið í fjøllunum í mong ár, men nú vil hann koma niðan á øll fjøll og fáa heiðursskjalið.

Tí er hann nú farin at seta flugubein á telduni við hvørt einstakt fjall. Í dag hevur hann verið á fýra fjøllum og hevur sostatt fingið fýra flugubein afturat.

 

Hvat: Við Tórði á túri niðan á Víkarvatn
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Í dag kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1583843

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035