![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/mark_rutte_afp.jpg?itok=F_VkO3wV)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
NATO: Meira enn ein millión fólk eru deyð ella særd í Ukraina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kriggj_i_ukraina_0.jpg?itok=G5uF1zMH)
Meira enn ein millión fólk eru dripin ella særd í Ukraina, síðani Russland gjørdi innrás í 2022, metir NATO.
- Hvørja viku verða 10.000 fólk á báðum síðum dripin ella særd í Ukraina, segði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, í røðu í Brússel í gjár.
- Og hvønn dag elvir hetta kríggið til alsamt fleiri oyðileggingar og deyða, legði hann aftrat.
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur áður sagt, at 43.000 hermenn hava latið lív í krígnum.
Harumframt hava umleið 370.000 hermenn fingið viðgerð fyri skaðar, og helmingurin av teimum er farin aftur í kríggj, sambært Zelensky.
Russland hevur ikki upplýst tøl fyri, hvussu nógvir hermenn hava latið lív ella eru særdir, skrivar NTB-tíðindastovan.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_2/public/leitisstein_og_sorensen.jpg?itok=q7yoFDvT)