Nýtt uppskot um linjuføring á Sandi og teymur til Skúvoyar

Nýtt uppskot um linjuføring á Sandi og teymur til Skúvoyar
Uppskotið var lagt fram á borgarafundi á Sandi í gjárkvøldið, og tað fekk sum heild góða undirtøku
Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar skjóta upp, at tunnilin til Suðuroyar fer niður norðan fyri bygdina á Sandi.
 
10.12.2024 - 14:16

Sandoyingar fara ikki at góðtaka vegaføringina til Suðuroyartunnilin, sum hon sær út í dag.

Tað var breið semja um á borgarafundi á Sandi í gjárkvøldið.

 

Jón Sigurdsson.

Kristian Stórhamar. 

 

Hinvegin fekk eitt uppskot, sum stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, og Kristian Stórhamar, ið hevur arbeitt nógv við tunnilsarbeiði, hava gjørt, góða undirtøku.

Á fundinum í gjárkvøldið var greitt frá uppskotinum.

Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar skjóta upp, at Suðuroyartunnilin fer niður norðan fyri bygdina á Sandi, og at ein teymur verður gjørdur til Skúvoyar.  

Umleið 150 fólk vóru á fundinum í gjárkvøldið, teirra millum Poul Klementsen, bóndi og kommunustýrislimur á Sandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10122024_Sandur_og_Suduroyartunnil

 

Heri Sverrason.

 

Heri Sverrason, borgarstjóri, fegnast um, at fundurin tók so væl undir við uppskotinum um nýggja vegaføring, tí uppskotið hjá tunnilsfelagnum fer at oyðileggja bygdina, sigur hann:

 

10122024_Sverrason

 

Poul Klementsen.

 

 

Á fundinum í gjárkvøldið var eisini víst á, at vegaføringin í uppskotinum hjá Jón Sigurdssyni og Kristiani Stórhamar fer at hava við sær, at vegurin fer at ganga gjøgnum eitt øki, sum møguliga kann brúkast til útstykking. Haraftrat fer hann at liggja í lendinum millum Sandsvatn og Gróthúsvatn.

Hetta er kortini ein betri loysn enn vegaføringin hjá tunnilsfelagnum, sum fer at klúgva bygdina, heldur Poul Klementsen:

 

10122024_Poul_Klementsen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071