Pól Sundskarð: "Í dag er mín stóri áhugi blómur og havin"

Pól Sundskarð: "Í dag er mín stóri áhugi blómur og havin"
Fyrr hugdi Pól Sundskarð upp á fjallatoppar, men síðani hann datt illa í fjøllunum og mundi mist lívið, er hansara stóri áhugi í dag blómur og havi
Pól Sundskarð hevur flutt fokus frá fjallatindum til føgru blómurnar í vakstrarhúsinum í heiminum norðanfyri Varde í Danmark
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
09.12.2024 - 15:40

Í dag ber til at endurhoyra gongutúrin við Tórði á túr úr Saksun frá 2018 saman við trimum av royndastu gongufólkunum í landinum um hetta mundið. 

Harmillum var Pól Sundskarð úr Klaksvík, sum var farin at fáast við ferðavinnu burturav, tá sendingin bleiv tikin upp.

Hann virkaði sum ferðaleiðari og hevði stovnað heimasíðuna hiking.fo, har fólk millum annað kundu gjalda fyri skipaðar gongutúrar kring landið. 

Men 13. oktober 2021, hálvt triðja ár eftir gongutúrin við Tórði á túri niðan á Høvdan omanfyri Saksun, datt Pól Sundskarð so ill í fjøllum, at tað stóð um lív hjá honum. 


Pól Sundskarð reikaði sera vanur í fjøllunum, og hann kendi seg tryggan (Mynd: Finleif Mortensen)

 

"Alt steðgaði tann 13. oktober 2021. Tá endaði fyrr. Og tá byrjaði nú."

Pól Sundskarð

 

Elskaði at fara til ytstu mørk

Í einari støðulýsing á Facebook frá oktober lýsir Pól Sundskarð lívið áðrenn og aftan á 13. oktober 2021.  

"Hesin dagurin ger hjá mær fullkomnan skilna millum tað, sum var, og tað, ið er. Eg var ein maður, sum var kropsliga virkin út um tað vanliga. Eg vildi altíð kýta meg eitt sindur meira. Pressa meg sjálvan. Prógva fyri mær sjálvum, at viljin altíð kundi flyta mørkini. Eg elskaði at flyta hesi mørk – og gjørdi tað aftur og aftur." 

Pól Sundskarð fór veruliga til ytstu mørk við øllum, ið hann tókst við. Hann íðkaði víðgongda ítrótt og hevur eitt nú runnið 246 kilometrar út í eitt. Hann rann eisini frá týska markinum til Grenen upp á 6 dagar, ið svarar til tvey marathon um dagin. Pól Sundskarð hevur runnið tilsamans 12 ferðir úr Klaksvík til Havnar. Viðhvørt í logn, men eisini og í himmalsins ódnarveðri, tá alt samfelagið lá lamið. Og hann hevur gingið upp á allar fjallatopparnar í landinum fleiri ferðir. Einaferð gekk hann upp á allar fjallatoppar í Suðuroy á einum og sama túri. 33 tímar, 133 kilometrar og 54 tindar.

"Men alt steðgaði tann 13. oktober 2021. Tá endaði fyrr. Og tá byrjaði nú," skrivar Pól Sundskarð á Facebook. 

 

>>Lurta eisini eftir Brunsj frá 1. oktober 2022, tá Eyðfinn Jensen var og vitjaði Pól Sundskarð

 

Klárur at doyggja

Pól Sundskarð var hendan dagin farin einsamallur til gongu niðan fyri Snæfelli. Í einum eygnabragdi – umleið klokkan 12:30 – broyttist alt lívið og tilvera hjá Pól Sundskarð og familjuni. 

"Har var ikki illgongt, og eingin, sum vitjar staðið, hevði gitt, at nakar kann detta illa har. Og so als ikki ein, ið var so royndur sum eg. Men tað hendi. Eg datt afturav, tá eg skuldi stíga á ein stein og bóltaði nakað oman. Tá ið eg vaknaði, var høvdið klárt, men kroppurin í smildri. Eg skilti, at støðan var álvarsom. Sera álvarsom. Men eg var ikki bangin. Og eg kendi meg kláran at doyggja. Men heilt avkláraður var eg ikki, tí eg hevði ikki sagt mínum kæru farvæl. Og tað vildi eg." 

Sum Pól Sundskarð liggur har, roynir hann at manna seg upp, og við tógvið stríð fekk hann fatur á aðrari av tveimum fartelefonum, ið hann altíð hevði uppi á sær, tá hann fór í fjøllini. Hina hevði hann mist í fallinumm. 

"Eg fekk fingrarnar so frægt uppá pláss, at eg fekk ringt til konuna. Boðini vóru stutt: Eg eri dottin. Støðan er ikki góð. Far á Landssjúkrahúsið og bíða. Síðani ringdi eg til alarmcentralin og boðaði frá støðuni. Tey gjørdu eitt megnar arbeiði. Fyrst kom tyrlan, men hon fekk ikki sett seg. Síðani komu bjargingarfólk at bera meg so langt oman, at hon (tyrlan) fekk sett seg, og eg varð lagdur inn í hana. Hetta tók sjálvandi – í mun til støðuna – langa tíð.

"Eg var ikki bangin, og eg kendi meg kláran at doyggja. Men heilt avkláraður var eg ikki, tí eg hevði ikki sagt mínum kæru farvæl. Og tað vildi eg." 

Pól Sundskarð

 


Pól Sundskarð saman við konuni Bjørg á Lava á Ríkissjúkrahúsinum beint eftir fallið (Privat mynd á Facebook)

 

Síðsta løtan komin

Pól Sundskarð greiðir frá, hvussu hann bleiv kaldari og kaldari, og hvussu hann til endans kom til sættis við tankan um, at hetta var tað. 

"Eg fór ikki at klára tað. Mín síðsta løta var komin. Eg havi altíð verið ein trúgvandi maður, hóast eg ikki hava trokað nakran av nøkrum talarastóli. Mína andaligu føði havi eg fingið á mínum fjallatúrum. Tað er torført at greiða frá tí við orðum, men eg kendi, meðan eg lá har, at bønirnar regnaðu niður yvir meg. Eg lá har í tríggjar tímar, og sum eg seinni havi skilt, so frættist skjótt, at ein maður var illa dottin, og at tað var eg." 

Komin á sjúkrahúsið, kom Pól Sundskarð undir sera góða og køna læknahond. Fyrst í Føroyum, síðani í Danmark. 

"Meðan eg fyrr hugdi upp á fjallatoppar, so er mín áhugi í dag blómur og havi. Frá tí heilt stóra til tað heilt smáa. Hvør skuldi trúð tí."

Pól Sundskarð

 


Pól Sundskarð sum føroyingar koma at kenna hann í føroysku fjøllunum (Mynd: Finleif Mortensen)
 

Blómur og havin

Sjálvur dylur Pól Sundskarð ikki fyri, at uttan allar tær kønu læknahendurnar, sum hava verið um hann síðani ólukkuna, so var hann ikki okkara millum í dag. 

"Knøpp trý ár eru nú liðin, og hóast góða hjálp, sum eg eri sera takksamur fyri, so hevur hvør dagur eisini kravt nógv av mær. Pínan er framvegis nógv, men meðan hon fyrstu longu tíðina var uppi á 9,5 av 10, so er hon nú komin niður á 7-8. So rætta vegin gongur tað. Í 2022 keyptu konan og eg eini heilárs hús norðan fyri Varde í Danmark. Har hava vit verið nógv síðani, og fyri meg hevur hetta verið mín besta sálarbót. Vit hava fingið okkum drívhús, og tað hevur havt eitt skifti við sær. Meðan eg fyrr hugdi upp á fjallatoppar, so er mín áhugi í dag blómur og havi. Frá tí heilt stóra til tað heilt smáa. Hvør skuldi trúð tí," skrivar Pól Sundskarð. 
 
Pól Sundskarð ásannar í dag, at tað er ov nógv, ið hann ikki hava gáað um, tá hann reikaði í fjøllunum.

"Nú hugsi eg ofta, at eg skuldi havt lurtað betur eftir tí, sum fróðarmenn sum Regin Ellingsggard og Jens Dalsgaard høvdu at siga, tá vit gingu í fjøllunum saman. Teir dugdi betur enn eg at geva øllum gætur." 

"Knøpp trý ár eru nú liðin, og hóast góða hjálp, sum eg eri sera takksamur fyri, so hevur hvør dagur eisini kravt nógv av mær. Pínan er framvegis nógv, men meðan hon fyrstu longu tíðina var uppi á 9,5 av 10, so er hon nú komin niður á 7-8. So rætta vegin gongur tað."

Pól Sundskarð

 

Bók um fjallatúrarnar

Í apríl kom Føroya vanlukkutryggingarráð til ta niðurstøðu, at Pól Sundsskarð er 100 prosent óarbeiðsførur.

Pól Sundskarð viðgongur, at tað sjálvandi er hart at fáa tað stemplað á pannuna, men lívsmótið hevur hann enn.

"Árarnar eru ikki lagdar inn, heldur ikki, tá tað snýr seg um fjøll. Saman við Sprotanum havi eg nevniliga í longri tíð arbeitt við einari bók um fjallatúrar við myndum og frásagnum. Mín vón er, at bókin kemur út í 2025," skrivar Pól Sundskarð, 

"Eg takki øllum (tey eru ikki fá í tali), sum havi gjørt tað møguligt hjá mær at fáa eitt nýtt lív eftir tann 13. oktober 2021." 

 

 

Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadag kl. 17.05 ella á KVF Ljóð, tá tað passar tær. 
Hvør: "Á gongutúri við Tórði á túri í Saksun", 05.03.2018

 

1197798

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035